Dataset Viewer
Auto-converted to Parquet
Unnamed: 0
int64
0
303k
Text
stringlengths
21
10.3k
0
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í juni vóru um 14.400 menn og 13.300 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
1
Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í juli vóru um 14.650 menn og 13.500 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Í vinnugreinabólkinum almenn og onnur tænasta starvast nú gott og væl 10.000 løntakarar, í privatu tænastuvinnum knappliga 9.300, í byggivinnu og aðrari tilvirking 4.500 og í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu 4.300. Trendurin vísur, at seinasta árið hevur vøkstur verið í nærum øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Tó hevur lítil og eingin vøkstur verið í bólkinum privatar tænastuvinnur. Løntakaratalið í privatu tænastuvinnunum, hevur funnið eina legu, ið telur um 9.000 løntakarar. Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
2
Útgreinað hagtøl um uttanlandshandilin eru at finna í hagtalsgrunninum her.
3
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í september var parturin hjá monnum knappliga 530 milliónir og 320 milliónir hjá kvinnunum. Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini. Tilsamans eru lønirnar hjá monnum umleið 200 milliónir størri enn hjá kvinnunum mánaðarliga. Í 2014 var munurin smáar 140 milliónir mánaðarliga. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Dagførdu lønartølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
4
Væl meira av toski og hýsu avreidd higartil í ár
5
Hvussu er fólkatalið broytt millum bygdir og býir síðstu tíggju árini?
6
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í mai vóru um 14.350 menn og 13.250 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum.
7
Útoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í oktober var parturin hjá monnum umleið 560 milliónir og 330 milliónir hjá kvinnunum. Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur.
8
Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í august vóru um 14.600 menn og 13.500 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.
9
Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á eina mia. kr. Toskaútflutningurin er vaksin góðar 300 mió. kr og útflutningurin av makreli er vaksin 350 mió. Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av og har er vøksturin omanfyri hálva mia. kr. Av samlaða fiskavøruútflutninginum er laksur 45%. Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er minkað eitt sindur og er tað serliga tí minni er útflutt av svartkjafti. Nøgdin av laksi vaks 23% meðan virði vaks 17%. Fyri makrel var vøksturin í nøgd 36% meðan virði vaks 54%.
10
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin. Arbeiðsloysið var 0,9% í septembur, samanborið við 1,3% í septembur í fjør. Gongdin vísir, at lága arbeiðsloysið stendur við. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í septembur var arbeiðsloysið 0,7% hjá monnunum og 1,0% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 1,3% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Seinast tað var so lágt hjá monnunum var í mai 2008, tá tað var 0,8%.Seinast arbeiðsloysið hjá kvinnum var so lágt var í juni 2008, tá tað var 1,5%. Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir.
11
Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísur ein støðugan vøkstur í lønargjaldingunum. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í november var parturin hjá monnunum smá 65% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 35%. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur.
12
Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í oktober vóru um 14.500 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum ella 52% menn og 48% kvinnur. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.
13
Toskaútflutningurin er vaksin 270 mió. kr og útflutningurin av makreli og sild er vaksin um 300 mió. hvørt Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av og har er vøksturin omanfyri 700 mió. kr. Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er vaksin 7%.
14
Tað er ein vøkstur á 333 mió. kr. ella 4 %, samanborði við undanfarnu 12 mánaðir. Um vit ikki telja skipini við, var innflutningurin áleið tann sami seinasta 12-mánaðarskeið sum undanfarna ár.
15
Fosturtøkurnar ein fjórðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani
16
Í desember vóru góðir 28.060 løntakarar. Tað eru 600 fleiri enn fyri ári síðani. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum, men at løntakaratalið veksur spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í desember vóru um 14.600 menn og 13.450 kvinnur í løntakaraskaranum ella 52% menn og 48% kvinnur. Bæði hjá monnum og kvinnum er vøksturin í løntakaratalinum ikki eins stórur, sum hann hevur verið. Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum. Vøkstur er framvegis í hinum høvuðsvinnugreinabólkunum, tó ferðin í vøkstrinum er ymisk.
17
Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísur ein støðugan vøkstur í lønargjaldingunum. Vøksturin í lønargjaldingunum heldur fram við somu ferð, hóast vøksturin í løntakaratalinum gongur seinni enn hann hevur gjørt. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í februar var parturin hjá monnunum um 65% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 35%. Munurin millum kynini økist framvegis. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur.
18
Uttan skip og flogfør var vøksturin góðar 100 mió. kr. ella 2%
19
Flestu sethúsasølurnar á bygd, men meir enn dupultur prísur í høvuðsstaðnum
20
12.700 tinglýsingarskjøl í fjør - 9.000 um fastogn og 3.700 um akfør o.a. leysafæ
21
Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum um 20-túsund árliga, men minkaði niður í helvt árini 2009-14. Síðani hevur talið verið millum 12- og 14-túsund. Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ. Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnarsáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a. Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum, so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 71% av øllum. Lániskjøl o.a. viðv. akførum eru 26%, og síðstu 3% eru viðvíkjandi leysafæ.
22
Færri fongslað, men fleiri brot á rúsevnis-, arbeiðsverndar- og vápnalóg
23
Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á 1,2 mia. kr. ella 14%. Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er vaksin 4 %.
24
Mátini geva eina mynd av nýtslumøguleikunum hjá húskjum og einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógvir persónar eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavnt býtið í nýtslumøguleikunum er millum fólkið í landinum. Talva er eisini, sum vísir talið á persónum í inntøkubólkum. Sí fleiri grafar o.a. um inntøkubýti her Sí fleiri grafar o.a. um fátækraváða her
25
Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum síggjast á myndini niðanfyri. Í mai vórðu góðar 800 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 25 milliónir ella 2,9% minni enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum vísir, at stígur er komin í vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini. Í myndini niðanfyri er framroknað, hvussu mars-, apríl- og maimánaður kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl og mai. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan í myndini vísir útgoldnu lønirnar seinastu tvey árini. Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar í mars-, apríl- og maimánaði í ár. Av teimum trimum mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama. Gongdin í vinnugreinunum Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina í mars, apríl og mai vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini. Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 236 milliónir í lønum í mai. Framrokningin vísir 274 milliónir sama mánað. Munurin er 38 milliónir ella 14% samanborið við metingina. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin er størst. Í vinnugreinini 'gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar góðar 6 milliónir í lønum í mai. Framroknaða metingin vísir 14 milliónir fyri maimánað. Fallið er næstan 8 milliónir ella 56%. Innan 'handil og umvæling' vórðu útgoldnar góðar 71 milliónir í lønum. Metingin vísir knappar 77 milliónir. Munurin er 6 milliónir ella 7,6%. Hóast maimánaður soleiðis liggur væl lægri enn framrokningin, so hilnaðist hann nakað betur enn aprílmánaður. Í vinnugreinini 'húshaldstænastur', ið m.a. fevnir um hárfríðkan, vakurleikarøkt, venjingarmiðstøðir, reingerð og ruskinnsavnan, vórðu útgoldnar góðar 8 milliónir í mai. Metingin er knappar 9 milliónir. Burtursæð frá apríl hava lønargjaldingarnar innan húshaldstænastur so at siga fylgt væntaðu gongdini undan koronu. Innan vinnugreinini 'flutningur annars', ið fevnir millum annað um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, vórðu útgoldnar 23 millónir í apríl. Metingin var 32 milliónir. Munurin er 9 milliónir ella 30%.
26
Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum – við krabbameini er óbroytt
27
Innflutningurin í apríl mánað var 493 mió. kr. Tað er 143 mió. kr. minni enn sama mánað í fjør. Stórur partur av hesari minking er tí vit innfluttu olju fyri 69 mió. kr. minni enn í fjør. Um vit ikki telja skip og brennievni við, er minkingin 13%.
28
Hvør føroyingur vitjar kommunulæknan í miðal tríggjar ferðir um árið
29
Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini Í juni vórðu góðar 840 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 13 milliónir ella 1,5% meira enn sama mánað í fjør. Á myndini niðanfyri sæst ein av framrokning av, hvussu mars, apríl, mai og juni kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl, mai og juni. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar. Av teimum fýra mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama. Um gongdin í lønargjaldingunum annars var óbroytt, kundu væntast at verið knappar 890 milliónir útgoldnar í juni. Tað er ein munur á 5,3% sammett við væntaðu gongdina. Í mai var munurin 9,1%. Junimánaður hilnaðist sostatt betur enn mai, um lønargjaldingarnar í hesum báðum mánaðunum verða samanbornar við væntaðu gongdina undan koronu. Gongdin í vinnugreinunum Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini. Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 253 milliónir í lønum í juni. Framrokningin vísir 276 milliónir sama mánað. Munurin er 23 milliónir ella 9,1% samanborið við metingina. Í mai var munurin 16%. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini.
30
Samlað minkaði innflutningurin við 100 milliónum krónum ella 5% hesar mánaðirnar samanborið við somu mánaðir í fjør. Tað er serliga lægri prísurin á brennievni sum er orsøkin. Innflutta nøgdin av brennievni er minkað 30% meðan virði er minkað 60% Um vit ikki telja innflutningin av brennievni við, er hinvegin talan um vøkstur í innflutninginum hesar mánaðirnar. Færri bilar eru innfluttir hesar mánaðirnar. Innflutningsvirði í bólkinum bilar o.o. flutningsfør er minkað 17%. Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 5%. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og fótbúnaði minkaður 18%.
31
Vit hava útflutt minni av flest øllum fiskasløgum, tó er útflutningurin av svartkjafti vaksin bæði í nøgd og virði, meðan útflutningurin av laksi er minkaður í virði, men vaksin í nøgd.
32
27.300 løntakarar í juli — bendir á V-gongd heldur enn U-gongd
33
875 milliónir í lønum í juli - skjót uppgongd eftir fallið í apríl og mai
34
Enn eru Maria og Anna ovast hjá konufólki og Jákup og Jógvan hjá mannfólki - hóast stórar broytingar í fólkanøvnunum
35
Aftaná Mariu og Onnu hjá konufólkunum koma væl kend nøvn sum Annika, Marjun, Beinta og Katrin. Raðfylgjan fyri hesi 7 konufólkanøvnini var júst tann sama í 2001 sum í 2019. Men samanbera vit við navnalistan fyri 18 árum síðani, so eru nøkur nøvn, ið gera stór lop uppeftir á listanum. T.d. Lea, ið vóru 18 tá og nú eru 81. Eva, ið vóru 37 tá og nú eru 112. Sára, ið vóru 66 tá og 134 nú. Onnur konufólkanøvn, ið eru nógv fleiri nú, eru t.d. Ronja, Lív, Emma, Silja og Rebekka. Hjá mannfólki togast Jákup og Jógvan um fyrstaplássið. Langt eftir teimum koma Rúni, Bárður, Høgni, Martin og Magnus. Men eisini hjá mannfólkunum eru tað nøkur nøvn, ið gera long lop uppeftir á listanum. Størsta skarvslopið ger Jónas, ið vóru 27 í 2001 og nú eru 152. Aðrir eru Rókur, ið vóru 18, og nú eru 93. Benjamin, ið vóru 44 og nú 115, Dávid, ið vóru 36 og nú 110. Onnur mannfólkanøvn, ið eru nógv fleiri nú, eru t.d. Aron, Brandur, Fríði og Pætur. Merkisvert bæði hjá konufólki og mannfólki, er at dupultnøvnini, so sum t.d. Anna Maria og Jákup Martin, eru langt niðri á listanum og als ikki við í ”topp 50”. Fremsta dupultnavnið hjá konufólki er Anna Maria sum nr. 30 í raðfylgjuni. Og hjá mannfólki er Hans Jacob fremsta dupultnavnið á 76. plássið.
36
Jónas og Óðin hjá dreingjum og Lea og Vón hjá gentum vóru best umtóktu nøvnini hjá føddum í 2019
37
Gistingarhúsini á veg uppaftur í juli eftir stóra fallið í vár
38
Størsta minkingin er í útflutningi av toski og laksi. Har er útflutt fyri 180 mió. kr, sum er 143 mió. kr. minni enn í fjør. Tað er 25% minni av toski og 7% minni av laksi. Útflutta nøgdin er eisini minkað hesar 7 mánaðirnar. Samlað eru 14% færri tons útflutt. Nøgdin av toski er minkað 29% og av laksi 8%.
39
Útreiðslur og inntøkur hjá kommununum Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju, eftir hvussu stórar útreiðslur tær høvdu fyri hvønn íbúgva í 2019. Myndin vísir, at tað sum heild eru tær størstu kommunurnar, ið bera tær størstu útreiðslurnar, roknað pr. íbúgva. Og hinvegin, at tær smáu kommunurnar sum heild bera minstu útreiðslurnar pr. íbúgva. Verður hugt eftir inntøkunum er heildarmyndin tann, at størsti munurin millum inntøkur og útreiðslur pr. íbúgva er í smáu kommunum. Mest víðgongdu dømini í hesum sambandi eru Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis kommunur. Øvugt eru útreiðslurnar pr. íbúgva størri enn inntøkurnar í flestu stóru og einstøkum smærri kommunum, so sum Fuglafjarðar, Tvøroyrar og Sjóvar kommunum. Taka vit tríggjar tær størstu kommunurnar, so eru útreiðslurnar væl størri enn inntøkurnar í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum, men í Runavíkar kommunu eru inntøkurnar tó størri enn útreiðslurnar. Fuglafjarðar kommuna skilir seg burturúr millum tær stóru kommunurnar, bæði við nógv størstu útreiðslum men eisini við størstu inntøkunum fyri hvønn íbúgva. Nettoskuldin hjá kommununum Verður hugt eftir nettoskuldini pr. íbúgva í kommununum, er myndin tann, at her hava vit nakrar av stóru kommununum við størstu nettoskuldini, so sum Vágs, Runavíkar, Tvøroyrar og Klaksvíkar kommunur. 10 av kommununum hava ikki nettoskuld men netto ogn - tað eru aftur tær minst kommunurnar. Størsta kommuna í landinum, Tórshavnar kommuna, hevur eisini eina lítla netto ogn.
40
Gistingarhúsini mistu 11% frá føroyingum, 22% frá dønum og 75% frá øðrum útlendingum
41
Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í oktober vóru 14.030 menn í løntakaraskaranum og tað eru 22 færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru 13.154 í tali, ella góðar 100 fleiri enn í fjør. Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð \- serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar. Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Samanborið við oktobermánað í fjør er løntakaratalið vaksið 1,2% í "almennari o.a. tænastu" og 1,5% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið er minkað 0,9% í "byggivinnu o.a. tilvirking" og 0,7% í "privatum tænastuvinnum". Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum.
42
Útflutningurin av laksi er minkaður 11% i nøgd og 10% í virði og av toski er nøgdin minkað 25% og virði 22% Fyri makrel síggja vit vøkstur í útflutninginum, 26% í nøgd og 16% í virði.
43
Í 2019 vóru 31.667 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 85,4% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2019 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri. Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum. Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.200 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya. Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum. Tú kanst lesa meira um kanningina her.
44
Laksaútflutningurin er minkaður útvið hálva mia. kr. og útflutningurin av toski er minkaður kvarta mia. Vit hava útflutt meiri av makreli og svartkjafti. Í nøgd er vøksturin 18 og 15%, meðan virðið er vaksið 7% og 1%.
45
Koronufarsóttin ávirkar framvegis føroysku gistingarhúsini. Tað vóru 3.323 færri gistinætur á gistingarhúsunum í november í 2020 samanborið við sama mánað árið fyri. Sum tað sæst á myndini niðanfyri, er tað uttan fyri Tórshavnarøkið, at talið av gistináttum er minkað lutfalsliga. Talið av gistináttum hjá dønum eru minkaðar 33%. Hjá fólkum úr øðrum londum eru tær minkaðar tríggjar fjórðingar. Gistinæturnar hjá føroyingum eru hinvegin vaksnar ein fjórðing. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, óansæð hvussu leingi tey gista. Tó at donsku ferðafólkini eru færri í tali (-40%), gistu tey í miðal longri á gistingarhúsunum. Í november í 2019 vóru danir 2,7 dagar í miðal á gistingarhúsunum, meðan í november í 2020 vóru teir í miðal 3 dagar. Hóast talið av ferðafólki úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er minkað nógv (-89%), so gista tey meira enn tvífalt so leingi. Í november í 2019 gistu tey 2,6 dagar í miðal, meðan í 2020 vóru tey 5,6 dagar.
46
Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í desember vóru um 14.350 menn í løntakaraskaranum og tað eru 130 fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 13.350 í tali, ella knappliga 200 fleiri enn í fjør. Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Samanborið við desembermánað í 2019 vaks løntakaratalið 2,6% í "almennari o.a. tænastu" og 2,1% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið minkaði 0,5% í "byggivinnu o.a. tilvirking". Í "privatum tænastuvinnum" er eingin vøkstur. Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum.
47
Útflutningurin av fiskavørum minkaður 11% í virði, meðan nøgdin er vaksin 4%
48
Hinvegin hevur nøgdin av útfluttum fiskavørum ongantíð verið størri, 4% størri enn í 2019 og 14% størri enn í 2018. Størsta minkingin er í útflutningi av laksi. Her eru bæði virði og nøgd minkað 16%. Tað eru 600 mió. kr. og 10 tús. tons.
49
Eisini í fjør skapti stórt føðital, lágt deyðatal, stór tilflyting og minni fráflyting ein stóran fólkavøkstur
50
Tað er minking í flest øllum vørubólkum og í virði er tað serliga minkingin av útfluttum laksi sum ger mun. Har er minkingin yvir 700 mió. kr. Útflutningurin av toski er minkaður góðar 300 mió. kr. og av sild er minkingin 120 mió. kr. Vit útfluttu makrel fyri næstan eina mia. kr. Í virði vaks útflutningurin 2% og í nøgd var vøksturin 12%.
51
Føroyska arbeiðsfjøldin tann virknasta í Europa, fyri kvinnur og menn, ung og eldri
52
Fosturtøkurnar ein triðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani
53
26.800 løntakarar í februar – nærum tað sama sum fyri ári síðani
54
Nógv færri mál í Føroya Rætti, Fútarættinum og Skiftirættinum í 2020
55
Um 9.500 gistingar í mars - 3,7% minni enn fyri tveimum árum síðani
56
Akførini eru meir enn dupult so nógv sum við aldarskiftið, men ferðsluóhappini eru fækkað niður í ein triðing
57
Úrslitið fyri allar vinnur lækkaði við 14% í 2018, men hækkaði við 15% í 2019
58
Knappliga 10.500 gistingar í mai - 40% minni enn fyri tveimum árum síðani
59
Samlaði útflutningurin var 4,9 mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 4,8 mia. kr. Higartil hava vit útflutt makrel fyri helvtina av virðinum í fjør. 229 mió. kr. í ár móti 465 mió. kr. í fjør. Laksaútflutningurin er vaksin 18% og var 2,3 mia. kr. fyrstu 7 mánaðirnar. Útflutningurin av toski minkaði 5% í virði og 7% í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði eisini 7%, meðan nøgdin av hýsu vaks 8%. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør.
60
Vøksturin í sølu av mati og alkoholfríum drykkjuvørum stendur ikki við
61
Samlaði útflutningurin var 5,7 mia. kr. fyrstu 8 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,5 mia. kr. Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð eisini útflutt fyri 5,7 mia. fyrstu 8 mánaðirnar. Fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin væl minni enn í 2019, men hesar seinastu mánaðirnar er meiri útflutt, so útflutningurin nú er ájavnt við 2019. Útflutningurin av makreli er á sama støði sum í fjør í nøgd, meðan virðið er 20% lægri enn í fjør. Útflutningurin av sild og svartkjafti er hægri, bæði í nøgd og virði. Laksaútflutningurin er vaksin 17% og var 2,6 mia. kr. fyrstu 8 mánaðirnar. Útflutningurin av toski minkaði 14% í virði og 17% í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði 6%, meðan nøgdin av hýsu vaks 7%. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør.
62
Kanning: Er føroyska arbeiðsfjøldin enn millum tær størstu í Evropa?
63
Í 2020 vóru 31.793 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 84,3% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2020 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri. Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum. Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.000 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya. Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum. Tú kanst lesa meira um kanningina her.
64
Samlaði útflutningurin var 7,9 milliardir krónur fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 7,2 milliardir krónur. Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð somuleiðis útflutt fyri 7,9 milliardir fyrstu 10 mánaðirnar. Laksaútflutningurin er vaksin 26,4% og var 3,5 milliardir krónur fyrstu 10 mánaðirnar.
65
Í fjórða hvørjum húski býr eitt fólk – hesi eru 9% av fólkatalinum
66
Fleiri fólk í hvørjum húski í Føroyum enn í Danmark
67
Samanbera vit húskini í Føroyum og Danmark, so eru í miðal 2,85 fólk í hvørjum húski í Føroyum og 2,1 fólk í Danmark. Um hugt verður at býtinum millum húskisstøddir í Føroyum og í Danmark, eru stórir munir. Húski við einum vaksnum og ongum børnum eru 25% av øllum húskjum í Føroyum, meðan í Danmark eru tey 38%. Húski við einum vaksnum við børnum telja 4% í Føroyum og 6% í Danmark. Ein stórur munur millum londini bæði er at finna í teimum stóru húskjunum. Húski við trimum ella fleiri vaksnum við ongum børnum eru 15% í Føroyum og 6% í Danmark. Eisini er stórur munur í húskjum við trimum ella fleiri vaksnum við børnum, 13% í Føroyum og einans 2% í Danmark. Húskini í høvuðsøkjunum Um hugt verður at landafrøðiliga býtinum av húskjum eftir húskisslagi í Føroyum, so líkist mynstrið rættiliga nógv í teim ymisku høvuðsøkjunum, tó við onkrum undantøkum. Ovara helvt av talvuni niðanfyri vísir býtið av húskjum eftir húskisslagi í ymsu økjunum. Í Eysturoy er tað serliga húski við einum vaksnum við ongum børnum, ið er munandi minni enn landsmiðal. Í Suðurstreymoy eru húski við einum vaksnum við børnum størri enn í hinum økjunum - meir enn dupult so stórt sum í Eysturoy og Sandoy. Í Vága øki eru húski við tveimum vaksnum við ongum børnum nakað hægri enn landsmiðal, meðan trý vaksin við ongum børnum er nakað lægri enn landsmiðal. Sandoyar øki víkir mest frá landsmiðal. Her eru húski við einum vaksnum við ongum børnum lutfalsliga fleiri samanborið við hini økini. Hinvegin eru húski við tveimum vaksnum við børnum nógv færri enn í hinum økjunum. Í Suðuroy víkir mynstrið eisini nakað frá landsmiðal. Tað eru serliga húski við einum vaksnum við ongum børnum og tveimum vaksnum við ongum børnum, sum eru nakað fleiri enn í hinum økjunum í landinum. Harumframt eru húski við trimum ella fleiri vaksnum við børnum nógv fæst her. Niðara helvt av talvuni vísir býtið av fólki í teim ymisku húskjunum. Hetta býtið er nakað tað sama sum býtið av húskjum. Eisini sæst aftur her, at serliga í Sandoyarøkinum og í Suðuroy víkir mynstrið munandi frá landsmiðalbýtinum. Millum annað eru munandi fleiri fólk í húskjum við einum ella tveimum vaksnum við ongum børnum.
68
Samlaði útflutningurin var 8,9 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021. Somu mánaðir í 2020 var útflutningurin 7,8 milliardir krónur. Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 8,7 milliardir fyrstu 11 mánaðirnar. Laksaútflutningurin er vaksin 31,3% og var 4 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021.
69
Føroyska arbeiðsfjøldin, bæði menn og kvinnur, er tann virknasta í Evropa
70
Livialdurin longist alsamt – men stórir munir eru millum heimsins lond
71
Upplagið av tíðindabløðum minkað úr 46.650 niður í 11.500 eintøk seinastu 20 árini
72
Deyðatíttleikin av krabbameini hjá monnum øktur síðstu 20 árini — hjá kvinnum er hann minkaður
73
Annað myndamál er ein skál, ið verður fylt av Guds náði uttan mál. Vit lesa eisini um "likams blómublað," ið vísir á nakað skirvisligt og vakurt. Menniskjans likam er nakað skapt, men er tó sera vesaligt, og hansara sálmar vísa eisini á, hvussu stutt lívið er, og at alt á jørðini bert er fáfongd. Hesin sálmurin er einki undantak. So hetta vísir, júst sum sólin, at lívið er vakurt, tí Gud hevur skapt tað, men at enda, so følnar tað. Summarið er ongantíð serliga langt, og tað er ikki leingi, at blómurnar eru at síggja. Serliga ikki í tempereraða økinum, har blómur eru heldur sjáldsamar samanborið við tann langa og kalda veturin.
74
Nógvir mótsetningar eru í sálminum. Lív og deyði er ein mótsetningur, har hann ynskir, at vit eru glað fyri lívið og síggja alt tað fantastiska, ið tað hevur at bjóðað. Men harafturímóti skulu vit ikki lata nakað neiligt í lívinum blindað okkum, so vit fara av kós, har vit ikki longur eru før fyri at síggja alt tað góða í lívinum. Ein annar mótsetningur er himmalin og jørðin. Tað himmalska hjálpir honum at liva foldarlívið rætt og gott. Hetta hevur hann fyri eygað javnt og samt. Hann sær Gud ítøkiliga millum annað í sólini og sær eisini hugtøk sum hjálp og vernd í náttúruni. Hetta kemur undir pietismu, tí hann sær Gud allastaðni. Gud er í øllum, og tað gevur honum sálarfrið. Hann hevur eitt álitsforhold við Gud eins og ein mamma hevur við sítt barn. Tað, at hann veit, at Gud er nærhendis, er tryggleiki fyri hann, og tískil følir hann, at hann altíð er í Guds hondum.
75
Kvinnur hava ikki havt somu rættindi sum menn nakrantíð. Ikki bara í upplýsingartíðini, og longri aftur, men sjálvt í dag síggja vit eisini missmun verða gjørdan millum kvinnur og menn. Eitt sera veikt dømi um tað, er býtið av leiðarum og stjórum í Føroyum. Tað er ikki tí, at kvinnur ikki vilja framat, men tí at tað er trupult hjá teimum at koma framat. Ikki tí at tær ikki hava líka góð evnir sum menn, men tí at tær eru kvinnur. Tað kann vera okkurt, ið vit gera ótilvitað, men um valið stendur ímillum tvey líka væl lærd fólk, so verur tað sum oftast eitt mannfólk, ið verður valt. Um vit fara heilt aftur í 1700 talið, finna vit tekstir, ið snúgva seg um javnrættindið. Í 1739 skrivaði Ludvig Holberg ritroyndina "Kvinders Rettigheder", ið kom út í savninum "Adskillige store Helte og berømte Mænds sammenlignede Historier", fyri varpar ljós á missmunin á kvinnum og monnum í 1700 talinum. Ludvig Holberg var føddir í 1684, og andaðist í 1754. Hann arbeiddi hann sum lærari í m.a. gudfrøði og retorikki. Hansara ritverk er sermerkt, og snýr seg mest um samfelag, menniskjur, vit og skil. Hann brúkar skemt, speii og satiru, tá ið hann skrivar, ið er ein snildur og fangandi máti at skriva uppá. Hann roynir at røkka øllum fólkinum, men upplýsa fólkið um, at tað ikki er Sum vit øllum ritroyndum, er endamálið við ritroyndini ikki at endurtaka og upplýsa ein sannleika, men at viðgerða sannleikan, og finna eitt svar.
76
Í upplýsingartíðini, billaði mann kvinnum inn, at tær skuldu síggja gott út, fáa sær ein ríkan mann, og síðani fáa sær børn, helst so nógv sum gjørligt. Kvinnurnar skuldu ikki hava nakra útbúgving, men skuldu bert vera bundin at manninum, so at tær ikki kundu fara frá honum. Tað var ikki vanligt at hugsa um javnrættindi millum kvinnur og menn, men tað hevði bara altíð verið so, at kvinnurnar vóru tær, ið skuldu lýða undir manninum. Tað var tó byrja ein rørsla, ið varpaði ljós á, at viðferðin hjá ríkum og fátøkum, ikki skuldi vera so ymisk. Tað kann so hugsast, at av tí at fólk byrjaðu at krevja javnrættindi summastaðni, byrjaðu kvinnurnar eisini at seta spurnartekin við hvussu parløg vóru skipa. Holberg hevur nokk verið ein av teimum fyrstu, ið hevur givið nakað skrivligt út um kvinnurættindi. Hann roynir tó ikki at arbeiða fyri kvinnurnar, fyri meira rættindi, men bara vísa á hvussu tað gongur fyri seg, og at tað kundi verið ørvísi.
77
Ludvig Holberg (1664-1754), ið hevur skrivað grein okkara, er ein kendur danskur/norskur rithøvðundur, sum serliga gjørdi um seg í upplýsingstíðini. Eisini bleiv Holberg kallaður fyri "den danske litteraturs fader".
78
Greinin hjá Holberg er frá upplýsingstíðini, har nýggjar hugsanir spretta fram. Holberg hevur ein fjaldan hugburð aftanfyri greinina, sjálvt um hann sigur, at greinin ikki er ætlað kvinnum fleiri rættindi. Men tó, so hóma vit hvønn veg Holberg hellur. Hann sigur, at hann bara vil vísa á, at argumentini ikki halda, ið fólk nýta ímóti konufólki. Men tó virkar tað sum, at hansara veruligi hugburður liggur fjaldur aftanfyri greinina, ið sjálvandi er, at okkurt skal gerast við rættindini hjá konufólkunum. Ein so stórur rithøvðundur sum Holberg, hevur kanska ikki torað at sagt sína meining beint út, tí hann lættliga kann blíva stemplaður, og tí at hann ikki vil verða tann, ið ger uppreistur móti samfelagsnormunum. Hann vildi ikki verða tann, ið fór at vekja stóra uppmerksomheit í samfelagnum.
79
Vit kunnu tískil enda við at siga, at rætturin hjá kvinnunum er alsamt broyttur gjøgnum tey mongu árini. Men sum sagt, so verða tað altíð bólkar, ið ikki eru nøgdir við javnstøðuna og rættindini hjá kvinnunum. Kvinnurnar eru komnar út á arbeiðsmarknaðin og tær hava fingið alsamt fríðari karmar enn nakrantíð fyrr, men sum sagt, so er tað altíð okkurt, ið ikki er gott nokk.
80
Yrkingin er sum flest aðrar yrkingar, reglulig. Hon hevur 6 ørindum og í hvørjum ørindi eru 8 reglur. Høvundurin nýtir punktum og komma í hvørjum ørindi og í summum førum nýtir hann eisini semikolon, spurnartekin og rópitekin. Øll ørindini hava endarím, ið ljóða soleiðis: a, b, a, b, c, d, d, c, og nøkur bókstavarím eru eisini t.d. ørindi trý tær-tøkk-trú og ørindi 3 gyrdi-garð-grund. Øll ørindini líkjast, har fimta regla er eitt eitt sindur long aftur ímóti hinum reglunum.
81
Dømi um myndamál er í ørindi tvey frá reglu eitt "Ótøld sum sandkorn smá og heimsins sáðið, sum havsins dýpi bláa er Harrans náði" har eru tvær samanberingar í einum, og tær ímynda Harrans náði. Harrans náði er so stór. Samstundis er hattar tað ið vit nevna hyperbel, ið eisini var vanligt at nýta í skaldskapi í barokktíðini. Í fyrsta ørindi frá reglu eitt stendur, "nú rennur sólin fríð úr Eysturlondum, umgyllir fjall og líð at fjørustrondum" og har kann sólin eisini vera ein mynd fyri Guð. Guð er fríður og hann er alla staðni rundan um okkum, í Eysturlondum, í fjøllunum og líðunum. Í eygunum hjá einum trúgvandi er Guð eisini so stórur sum sólin. Í ørindi trý stendur at Harrin "gyrdi garð og grund at fyri mær varða". Tað er ikki tí at Harrin girdi ein veruligan garð og eina grund um egið, men Harrin sjálvur er hann í verjur egið. Og í ørindi fýra stendur "tíns likams blómublað vil Guð tær varða". Likamið er ikki eitt blómublað, men blómublaði eldist, eins og menniskja, og Guð vil altíð verja tað. Bæði tá tað er á blómuni og eisini tá tað dettur av.
82
Kynsbýti er eitt evnið, ið er sera umtókt í miðlunum, har tað verður kjakast og stríðst um, at geva kvinnum og monnum javnrættindi. Sjálvt um kynsbýti gerst javnari sum tíðin gongur, so hava rættindini hjá kvinnum verið burturfrá líka rímiligar, sum tær eru í dag.
83
Ludvig kemur eisini við einum dømi um barnsburð, har hann nevnir hvussu kvinnur sum lógu í barnsburði, ikki vóru førar fyri at arbeiða meðan tær skuldi eiga børn. Ludvig meinar her, at tær seks vikurnar av einum heilum árið, tá ið kvinnan ikki varð før fyri at arbeiða, hevði lítið at siga.
84
Ritroyndin, "Rættindini hjá kvinnum", er skriva av Ludvig Holberg (1684-1754), ein kendur rithøvundur, ið livdi í upplýsingartíðini, og hevur hann m.a eisini skrivað søguna "Niels Klims underjordiske rejse", sum, eins og ritroyndin, umfevnir javnrættindi ímillum kynini á ein heldur speiligan hátt.
85
Í 1739 gav Ludvig Holberg út ritroyndina "Rættindini hjá kvinnum", ið er um menn, kvinnur, og serstakliga rættindini hjá hesum seinast nevndu. Sum ritroynd var hetta ein grein ið Holberg sjálvur skrivaði út frá egnari sannføring, men hómast kann tó ein feril av skemti í teksti hansara, ið var nýttur fyri ikki at gera boðskapin alt ov prikandi.
86
Holberg var ein undangongumaður á økinum viðvíkjandi javnrættindum millum kynini, av tí at hann longu í 1700'talinum vísti á skeivleikarnar, ið vóru galdandi. Ikki fyrrenn umleið 200 ár eftir, byrjaðu kvinnur kring heimin at fáa atkvøðurætt á sama støði sum menninir í landinum, og harvið kundu tær av álvara byrja at krevja sín rætt.
87
Sálmurin er ein morgunsálmur, har byrjað verður við eini náttúrulýsing av sólarris. Kjarnin í sálminum er millum annað, at vísa á gleðina yvir lívið og jørðina. Eisini verður týdningurin av frelsu frá Guði lýstur væl, ið er eitt av eyðkennunum frá barokk tíðarskeiðinum. Fyrst skal man takka Guði og síðani skal tað dagliga arbeiði gerast. Guð er tryggasta verjan hjá menniskjanum og verður við okkum gjøgnum komandi dagin.
88
Í yrkingini eru kall- og kvennrím aðruhvørjaferð. Tað er regluhvíld eftir 6. Stavilsi og er hetta eyðkenni fyri barokktíðina.
89
Í yrkingin hava øll 6 ørindini endarím a-b-a-b-c-d-d-c. Hon hevur stavrím í ørindi 2, reglu 1: "Ótøld sum sandskorn smá" og í ørindi 3, reglu 3: "mær gyrdi garð og grund", av tí at tað eru 3 orð í einari reglu, ið byrja við sama bókstavi, verður tað nevliga kallað stavrím.
90
Í yrkingini er málið hátíðarligt, av tí at hon er merkt av skriftmálið. Hetta síggja vit gjøgnum alla yrkingina, og eitt av dømunum er í ørindi 1, reglu 5: " ver glað, mín sál, og hevja ljóm av vøllum," á gerandismálið sigur ein ikki, hevja ljóm av vøllum, men syngja av vøllum.
91
Hann leggur dent á orðið "sál", tí tað verður nevnt í hvøjum ørindi, fyri at útrykkja at tað er hendan sálin sum reinsast ella endurnýggjast. Sum vit síggja, so fer hann niður á botnin og sálin fer burtur og tískil doyr hann. Hann verður síðani frælsur og fær nýggja sál av tí at hann verður endurføddur. Og boðskapurin við hesum er, at líkamikið hvussu langt ein søkkir, er tað møguligt at endurføðast.
92
Á fyrstu reglu í ørindi 1, hava vit eina samanbering: "Nú rennur sólin fríð" av tí at sólin verður persónsgjørd, tí vanliga kann ein sól ikki renna. Eisini eru sambendingar í ørindi 2, reglu 1: "Ótøld sum sandskorn smá" og relgu 2-3: "og heimsins sáðið, sum havsins dýpi blá,".
93
Í ørindi 4, reglu 7 hava vit eina sálarkveiking: "hvar enn meg leiðin ber", tí her hevur "leiðin" fingið menniskjasligar eginleikar, við tað at hon skal bera hann.
94
Hugsanin um, at verðin er forgeingilig, og at veruliga lívið er í himmiríki, var útbreidd í 17. øld. Sálmurin hevur fleiri barokk eyðkenni, so sum mótsetningar og at nógv verður gjørt av. Høvuðsmótsetningarnir eru verðin og himmiríkið.
95
Her er peitisma í yrkingini, tí vit síggja nevnliga hvussu kensluligur og sansaligur maðurin er, og er hetta eitt eyðkenni fyri barokktíðina.
96
Tema í yrkingini kunnu vera, lívið eftir deyðan, av tí, vit fáa at vita hvussu fólkið frá barokktíðini hugsaðu um lívið hjá sær.
97
Eitt annað kann verða trúgv, tí tú skuldi trúgva á Guð fyri at fáa eitt ævigt lív.
98
Tað síðsta, kann vera endurføðing. Tað at man verður endurføddur, fær reina sál og livir eitt nýtt og lukkuligt lív uppi í himmalinum.
99
Móttakarin í ritroyndini Rættindi hjá kvinnuni er kanska serliga tey samfelagsatfinnandi fólkini, ið hava áhugað í júst hesum evninum. Ritroyndin virkar sum ein skemtilig hugleiðing, har Holberg berur fram sína hugsjón. Í broti 11 endar Holberg ritroyndina við at staðfesta, at hesin kritikkur ikki er ætlaður at vinna konufólkinum nøkur nýggj rættindi, men bert at vísa á, at próvgrundirnar, ið vanliga verða nýttar, ikki halda. Her síggja vit eisini serliga, at tað er ein persónlig hugleiðing.
End of preview. Expand in Data Studio

Dataset Card for Faroese_BLARK_small

Dataset Description

All sentences are retrieved from:

  • Paper:

Annika Simonsen, Sandra Saxov Lamhauge, Iben Nyholm Debess, and Peter Juel Henrichsen. 2022. Creating a Basic Language Resource Kit for Faroese. In Proceedings of the Thirteenth Language Resources and Evaluation Conference, pages 4637–4643, Marseille, France. European Language Resources Association.

Dataset Summary

This dataset is a filtered version of the corpus (35.6 M tokens) first published as BLARK - Basic Language Resource Kit for Faroese. The pre-processing and filtering steps include:

  • Normalize format to utf-8
  • Remove shorter sentences (less than 10 units, where units are separated by spaces)
  • Remove archaic Faroese
  • Remove separators ('\r', '\t', '\n')
  • Remove non standard formatting. Examples: '§§', ' | ', '**', ' • ', ' • ', '.- ', ': ?', '.?', '\xa0', '\xad', '_ _', '. .', etc.
  • Remove (most) numbered lists, of formats: 1), 1:, Stk. 1 etc.
  • Replace arbitrary number of question/exclamation marks and full-stops with 1. Example: !!!!!! -> !
  • Remove websites that start with http
  • Remove sentences without (or with little) linguistic content. In practice: all sentences where more than half of the characters (excluding spaces) are number, punctuations and letters in caps-lock (acronyms and initials)
  • Remove duplicates

Supported Tasks and Leaderboards

Suitable for MLM and CLM

Downloads last month
29

Models trained or fine-tuned on barbaroo/Faroese_BLARK_small